15 Jun - 01 Sep
Eysturoy
25 - 75 DKK
Søga & arvur
Myndlist
Annað

Báta- og Listasavnið í Leirvík

x

Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.

Í mai 2000 læt Báta- og Listasavnið í Leirvík á fyrsta sinni upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman. Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið sera væl lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.

Á heysti 2012 avhendaðu hjúnini Jórun og Osmund Justinussen Báta- og Listaasavnið til Sjálvsognarstovnin “Báta- og Listasavnið í Leirvík” og bygningin hjá Sjóborg til Eysturkommunu.

Báta- og Listasavninum hevur hølir, ið eru vælegnaði til fyrilestrar og onnur tiltøk. Hesi kunnu leigast eftir nærri avtalu.

 

Báta- og Listasavnið er opið frá 15. juni til 1. september

Upplatingartíðir: Týsdag og fríggjadag kl. 15:00-17:00 og leygardag kl. 13:00 – 17:00

Kostnaður fyri at vitja savnið er 75 kr. fyri vaksin og 25 kr. fyri børn.

 

Tlf. 73 01 50 har bólkar og onnur kunnu bíleggja

Teldup: batasavn@email.fo

Address

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Kulibakki 8
520 Leirvík
Eysturoy

Date

15 Jun - 01 Sep Every: Tue
13:00 - 17:00

Fri
13:00 - 17:00

Sat
13:00 - 17:00

Price

75 75 DKK

25 25 DKK