28 Jul - 16 Aug
Tórshavn (capital)
65 DKK
Myndlist

Ólavsøkuframsýningin 2020

x

Ólavsøkuaftan 28. juli letur árliga Ólavsøkuframsýningin upp á Listasavni Føroya.

Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til henda týðandi tátt í ólavsøkuhaldinum í 1948. Í ár hevur Listafelagið biðið Anniku á Lofti um at standa fyri framsýningini. Annika á Lofti hevur eggjað øllum áhugaðum at senda list inn til framsýningina. Við støði í hesum ger hon eitt úrval, ið verður sýnt fram á ársins framsýning.

Annika á Lofti ætlar at gera eina livandi og fjøltáttaða framsýning, har viðurkend listafólk sýna fram lið um lið við listaspírum. Øll listaverkini eru til sølu.

Framsýningin er opin til og við sunnudagin 16. august.

Atgongugjald fyri vaksin: 65kr

Agongugjald fyri børn undir 18 ár: Ókeypis

Vit gleða okkum at síggja spentar ólavsøkugestir á Listasavni Føroya

Address

Listasavn Føroya (National Art Gallery)

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

28 Jul - 16 Aug Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

65 DKK