14 Jul - 18 Aug
Eysturoy
200 DKK
Myndlist
Matur & Drekka
Søga & arvur

Útsynningur í Leirvík

x

Upplivið føroysku fiskivinnuna ígjøgnum list, bátar, reiðskap, frásøgn og forkunnigar fiskarættir. Ein læruríkur seinnapartur í Leirvík fyri tey, sum vilja uppliva føroysku fiskivinnuna av nýggjum.

Vit hittast á havnarlagnum í Leirvík. Hiðani fara vit inn á virkið hjá Norðfra at síggja, hvussu tey skera lippur og toskarhøvd úr fiski. Ein útsynning á høvdið, og so er bara at fylgja væl við. Eina góða fiskasúpan fáa vit frá teimum eisini.

So á listasavnið á loftinum í gamla turkihúsinum. Úr glugganum sæst barnaheimið hjá leirvíksmálaranum, Jóannisi Kristiansen, og vit uppliva listina, sum ímóti øllum fortreytum spratt í eini útróðrarbygd. Frásøgufólkið veit nógv at fortelja, og væl liggur fyri.

Niðriundir er bátasavnið, sum Osmundur og Jórun hava bygt við hjartablóði. Vit síggja elligamlir føroyskar bátar og søguligan fiskireiðskap sum lodd, snøri og fiskiskrín, sum alt hevur sína søgu, men tann um kíkin ber prísin, og so hin heilt ótrúliga um Charles Linbergh.

At enda verður serverað við forkunnigum sjógæti úr havsins kova, og óivað er okkurt, sum tit ongantíð hava smakkað fyrr.

Aftaná ber til at fara ein túr í bovling at stuttleika sær, ella tit fara í Lávusarhús, har tey kreativu lokalu vísa fram list sína og selja vørur. Kaffi er á kannuni, og vaflur fáast til keyps.

Address

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Kulibakki 8
520 Leirvík
Eysturoy

Date

14 Jul 2020 15:30 - 17:30
21 Jul 2020 15:30 - 17:30
4 Aug 2020 15:30 - 17:30
11 Aug 2020 15:30 - 17:30
18 Aug 2020 15:30 - 17:30

Price

Vaksin og børn 200 DKK