Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Rundferð í Klaksvík

Ein gongutúrur ígjøgnum Klaksvík førir teg ígjøgnum Føroya størsta fiskivinnubý, spennandi fyritøkur og aftur í gamla tíð.

Klaksvík er Føroya næststørsti býur. Útgrevstrar vísa, at her búði fólk longu í víkingatíðini. Upprunaliga var Klaksvíkin fýra bygdir, Uppsalir, Vág, Gerðar og Myrkjanoyri, sum allar liggja hvør í sínum horni av Eiðinum, ið er láglendi millum Borðoyarvík og Vágna.

Fá eina søguliga uppliving og legg leiðina fram við søguligu Einahandilshúsinum. Tey vórðu bygd í 1838 og hýsa í dag Norðoya Fornminnasavni. Savnið hevur lutir og amboð frá farnari tíð og frá gamla apotekinum, sum var opið frá 1932-1961. Handilin Leikalund heldur eisini til í hesum hølum.

Heimi í Vágsbøi liggur stórfingna Christanskirkjan, sum varð bygd í 1963. Tætt við liggur Gamli Kirkjugarður, sum í dag er minningarlund fyri sjólatin. Við Biskupstøð stendur stórfingni bygningurin hjá Brøðrasamkomuni, sum læt upp í 2014.

Ein gongutúrur eftir Gerðagøtu og út eftir Oyravegnum er at viðmæla. Á gonguferðini kemur tú fram við toftunum, har skalvalopini komu undan Kjølinum í 1745 og 1765. Báðar vanlukkur hendu sama dag á árinum, á grækarismessudegi. Longur úti er Vevskúlin, sum hevur sína serstøku søgu í sambandi við svensku Ainu Cederblom.

Um tú ynskir tær ein gongutúr í frísku náttúruni, so er ein túrur oman í Gravardal, fram við vøkru Gravará ein góður møguleiki. Úti í Grøv er viðarlund og vakur gróður fram við ánni.

Christianskirkjan

Christianskirkjan

Gongurtúrur niðan á Háls/Klakk

Gongurtúrur niðan á Háls/Klakk

Úti í Grøv

Úti í Grøv

Minnisvarðin í Gerðum

Minnisvarðin í Gerðum

Norðoya Fornminnasavn

Norðoya Fornminnasavn

Leikalund

Leikalund

Klaksvíkar Svimjihøll

Klaksvíkar Svimjihøll

Betesda

Betesda