Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Christianskirkjan

Christianskirkjan í Klaksvík varð vígd tann 7. juli í 1963 og er ognað minninum um menninar, sum fórust á sjónum í seinna heimsbardaga.

Christianskirkjan er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Takkonstruktiónin er tann sama sum í víkingahallunum, og soleiðis sum hon er varðveitt hjá okkum í teim gomlu roykstovunum og føroysku bygdarkirkjunum. Henda takkonstruktiónin vísir seg at rigga stak væl til kirkjubygningar. Kirkjan sigst at hava betri akustikk enn nøkur onnur kirkju í somu stødd.

Altartalvan hekk upprunaliga í dómkirkjuni í Viborg, men varð seinni flutt á tjóðlistasavnið í Danmark. Síðan kom altartalvan til Klaksvíkar og hevur hingið har síðan. Seint í 2012 varð altartalvan høvuðsumvæld. Hetta var krevjandi arbeiði, og teir dugnaligastu konservatorarnir í heiminum komu til Klaksvíkar at gera hetta arbeiði. Ímeðan vóru ábøtur eisini gjørdar í kirkjuni annars. Á sumri í 2013 stóð kirkjan liðugt umvæld, og stórt hátíðarhald var, tá ið kirkjan fylti 50 ár.

Í samband við fimmtiára haldið hjá Christianskirkjuni gjørdu listamaðurin Edward Fuglø og handverkarin Sjúrður Sólstein stórfingið listaverk til kirkjuna. Verkið er býtt sundur í tíggju partar. Hvør parturin myndar ein tilburð í Jesu lívi – Heitið á verkinum er Jesus úr Nasaret.

Christianskirkjan er opin til framsýningar frá 15. mai til 15. sep., mánadag til leygardag. Guðstænasta er hvønn sunnudag kl. 11.