Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Klaksvíkar Svimjihøll

Vatnland við tveimum fossum, bobluøki, sauna, heilsuklivar og undirvatnsljós við litspæli. Klaksvíkar svimjihøll hevur nógv meira at bjóða enn longdarsvimjing. Her kanst tú koma at taka tær av løttum, at tøla tínar sansir, gartera saman við børnunum, nýta tíð saman við vinfólki og fáa hitan heilt inn á bein.
 

Klaksvíkar svimjihøll læt upp í 1974, men er nýliga umvæld og bjóðar tær hesi tilboð:

  • Føroya størsta baðiland við 44 metrar langari øku
  • Vatnland við tveimum fossum, trimum vatnkanónum, bobluøki, 44 metra langa øku við tíðtakingaruri. Eisini eru undirvatnsljós við litspælið í hylinum. Vatnhitið í vatnlandi er 29-30 C.
  • 25 metra hylur við 6 geilum. Vatnhitið er 26,5 C
  • Heittvatnshylur, serliga væl skikkaður at venja børn við vatn og svimjing, men eisini til teirra, sum dáma væl hita. Vatnihitin er 29-31 C.
  • Eisini bjóðar svimjihylurin tær sauna í kvinnu- og mannfólkadeild, tveir heilsuklivar við infrareyðum strálum og dagsljósi, radio og fløguspælara (serliga góðir til giktsjúk, til avstressing og linna fyri alt likamið) og sólir i kvinnu- og mannfólkadeildini

 

Í kioskini kanst tú keypa kaffi, kaku, toast, pizzarull, leskidrykk, góðgæti o.m.a. Eisini hava vit ymsa svimjiútgerð til sølu.