Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Leikalund

 

Leikalund er handil og mentanardepil í gomlu handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum úti í Klaksvík.

Elsti parturin av húsinum er tann norðasti. Hann varð tikin í nýtslu í 1838. Nú kenna vit betur tann partin av handlinum sum Spaniastova, og heldur enn at vera brúkt sum handilshøli, er Spaniastova karmur um konsertir, sjónleikir, fyrilestrar, framsýningar og er eitt vælumtókt veitsluhøli.

Sunnara lonin varð bygd í 1847, og var tá kallað “nýggja pakkhús”, meðan norðari bygningurin tá var róptur “gamla pakkhús”. Einahandilin varð avtikin í 1856, men handilin helt fram við sínum virksemi.

Eftir at handilin hevði verið stongdur í nøkur ár undan aldaskiftinum, læt hann upp aftur, og hetta varð byrjanin til Leikalund, sum vit kenna hana í dag. Frá at selja gerandisvørur, fór handilin at selja fløgur, bøkur og gávulutir. Handilsinnbúgvið er tó tað sama.

Nú er Leikalund kent sum ein mentanardepil, har listafólk hava ein sýnisglugga; har fólk koma at hoyra ein fyrilestur, til konsertir ella bara hittast til ein kaffimunn og eitt gott prát. Nógv ferðafólk, sum koma til Klaksvíkar, steðga á eina løtu inni í hugnaliga handlinum úti í Klaksvík og keypa okkurt ferðaminni heim við.