Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Minnisvarðin í Gerðum

 

Minnisvarði úr gróti stendur oman fyri Oyraveg í Klaksvík. Minnisvarðin stendur sum ein áminning um tvey vanlukkulig skalvalop, sum raktu býlingin Uppi í Gerðum miðskeiðis í 1700-talinum.

Minnisvarðin Uppi í Gerðum varð reistur 12. mars 1945 til minnis um skalvalopini í 1745 og 1765, og er nú einasta ábending um, at búseting hevur verið á hesum stað.

Gerðalíð-skalvurin gjørdi um seg í tveimum umførum við 20 árum ímillum – og enntá sama dag í árinum. Fyrra skalvalopið var 12. mars 1745, tá ið ein skalvur kom bóltandi oman av Kjølinum og oman í Gerðar, har hann gjørdi stóran skaða. Bóndahúsini í Niðristovu fóru illa, og 5 fólk doyðu. Men húsini, sum fóru, vórðu bygd uppaftur á sama stað.

Júst 20 ár seinni, í skýmingini 12. mars 1765, endurtók søgan seg. Skalvurin kom við øgiligari ferð oman líðina beint ímóti báðum bóndagørðunum, og alt fór í sor, sum fyri var.

Skaðin var vanlukkuliga stórur. Við skalvanum skruddi hópur av gróti, eyri og mold oman í bøin og tipti allar veitir. Ein fimtingur av Gerðabøi var oyðilagdur. Av teimum 26 fólkunum, sum vórðu á báðum gørðunum, doyðu 20 undir tekjum og veggjum, sum vóru kroyst niður av einum 4 metur tjúkkum skalvi av kava, gróti og eyri. Báðir bóndagarðarnir, Norðistova og Niðristova, hjallar, gróthús og fjós fóru í sor, og av 23 neytum doyðu 19.

Aftan á hesar vanlukkur hevur onki skalvalop verið í Gerðum, og tað sigst, at slíkur skalvur heldur ikki áður hevur lopið á hesum stað.