Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Norðoya Fornminnasavn

 

Norðoya Fornminnasavn varð stovnað í 1968. Savnið heldur til í teimum gomlu einahandilshúsunum í Klaksvík, bygd í 1838. Einahandilin varð avtikin í 1856, men húsini standa so at siga óbroytt enn. Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini.

Norðoya Fornminnasavn hevur tvey framsýningarhøli. Annað vísir fram arbeiðsamboð og lutir frá farnari tíð so sum fískireiðskap, búnýti, amboð og annað frá gerandislívinum. Nevnast kann t.d. ein gomul kvørn, seinast nýtt at mala korn við í seinna heimsbardaga. Nakrar gamlar myndir av Norðoyggjum eru eisini at síggja.

Hitt hølið er Apotekið. Upprunliga varð tað gjørt í 1919 til toystovu, men varð brúkt sum apotek frá 1932 – 1961. Smiður var Magnus Jacobsen, Magnus á Kamarinum, úr Havn. Tað er prýtt við seytjan málningum, málaðir á dragaran og syllina. Eliesar Joensen úr Mikladali, Eliesar í Pálsstovu, hevur málað ellivu teirra, Jens Christian Guttesen úr Havn fýra og tveir eru ósigneraðir. Hetta vakra hølið verður sýnt fram, sum tað sá út, tá ið tað var apotek við krukkum og arbeiðstólum.

Sum partur av savnsarbeiðinum hevur savnið ognað sær motorbátin Nólsoyar Páll, smíðaður í Klaksvík í 1927. Hann liggur fyri teymi á vánni og verður varðveittur sum útróðrarbátur.

Savnið eigur eisini aðrar ognir kring allar Norðoyggjar, fráfluttu bygdina Fossá, hjall í Gerðum og eina mylnu í Kunoy.

Savnið hevur millum ár og dag verið við í fornfrøðiligum rannsóknum í Klaksvík, sum Føroya Fornminnissavn hevur skipað fyri.

Grevsturin “Niðri í Toftum” við Borðoyavík byrjaði í 1969 og hevur verið grivið har í fleiri umførum. Seinast var í 2002, men rannsóknin er ikki liðug. Har eru funnar leivdir eftir fleiri hús. Tey elstu eru úr víkingatíð.

 

Fornminnissavnið er opið mánadag til leygardag frá kl. 13.00-16.00 í tíðarskeiðnum frá 15. maj – 15. sept.