Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Úti í Grøv

Í viðarlundini Úti í Grøv kanst tú njóta eina friðsæla løtu í einum tí gróðrarbesta staðnum í Føroyum, taka tær av løttum saman við børnununum á einum náttúruríkum spæliplássi ella taka matpakkan við á útferð ímillum trøini.

Trøini Úti Í Grøv vórðu sett niður í 1980árunum og hava nú vaksið seg stór og líva væl fyri vindi. Í viðarlundini eru hugnaligar gøtur og hvítmálaðar brúgvar, sum geva lundini ein romantiskan dám.

Gróthús, sum hoyrir til viðarlundina, er endurreist, og ætlanir eru um at endurreisa fleiri. Úti í Grøv finnast eisini toftir, sum enn ikki eru útgrivnar. Ikki er greitt, hvussu gamlar tær eru, men roknað verður við, at tær stava frá víkingatíðini

Úti í Grøv er eitt vælegnað stað at steðga á og njóta løtuna, áartutlið og angan av trøunum. Her fært tú eina hugnaliga løtu – antin fyri teg sjálvan ella saman við tínum kæru.

Føroya fyrsti svimjihylur