Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Føroya fyrsti svimjihylur

Tann fyrsti svimjihylurin í Føroyum varð gjørdur Úti í Grøv í Klaksvík í 1905 og 1906, tá ið hann stóð liðugur og varð tikin í nýtslu. Talan er um tann stóra svimjihylin. Hann varð laðaður úr gróti, men seinni varð stoypt uttanum.

Umklæðingarrúm vórðu bygd nakað seinni, umframt rúm til umsjónarmann.

Hetta var eitt stórt framstig í sambandi við svimjing í Klaksvík. Áhugin fyri svimjing hevði tikið seg upp nakað frammanundan, har ungir dreingir høvdu svomið á vágni í Klaksvík. Hetta varð ikki hildið at verða hóskandi, og nú nýggjur hylur varð bygdur, vóru heilt aðrir møguleikar.

Hin grynri hylurin varð bygdur í 1937 til tey smærru børnini. Børnini fingu frálæru í skúlanum í svimjing – at byrja við bert dreingirnir, og tá umstøðurnar í samband við umklæðingarrúm vórðu betri, fingu eisini genturnar svimjifrálæru.

Svimjihyljarnir Úti í Grøv, sum fingu vatn úr Gravará, vórðu hvørt summar, tá ið veðrið var til vildar, eisini nýttir til eldri og yngri klaksvíkingar, inntil nýggj svimjihøll kom í 1974.

Einki vatn er í svimjihylunum í dag, men beinkir eru settir upp í tómu hyljunum, og har kanst tú njóta eina hugnaliga løta.