Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Norðoyggjar

Norðoyggjar liggja í landnyrðingsparti Føroya, og tær eru seks í tali. Summi halda, at oyggjarnar eru sum eitt lítið land í sjálvum sær.

Í Norðoyggjum búgva á leið 6000 fólk, og flestu teirra búgva í Klaksvík, sum hýsir 5000 íbúgvum. Klaksvík er næststørsti býurin í Føroyum, men framkomna og væl skipaða fiskivinnan hevur givið býnum heiti sum fiskivinnuhøvuðstaður landsins.

Klaksvíkin hevur tó meira enn fiskivinnu at bjóða uppá. Mentanarpallurin í býnum er fjølbroyttur, og tú kanst eitt nú uppliva eina góða konsert í søguligu Spaniastovu, fara ein túr í biograf ella vitja eina av framsýningunum, sum býurin bjóðar tær.

Norðoyastevna, Summarfestivalurin og Sjómannadagurin teljast ímillum tey stóru tiltøkini, sum hvørt ár draga túsundtals vitjandi til Klaksvíkar.

Eisini kópakonan í Mikladali er vorðin ein stórur atdráttur í Norðoyggjum. Standmyndin av sagnarríku kvinnuni, sum Hans Pauli Olsen so hegnisliga hevur tilevnað, stendur stinn á helluni í Mikladali, og hon er verd at síggja í brimi, sólskini ella ein gráveðursdag.

Ein gongutúrur norður til vitan á Kallinum á Kalsoynni er ein stórsligin og tó lætt gingin túrur. Av Kallinum kanst tú kanst njóta eina friðsæla løtu og útsýnið norður í havsbrúnna.

Ein annar møguleiki er at sigla við Rituni úr Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar. Hagar fert tú damlandi eftir aldagomlu leiðini hjá postbátinum, og siglt verður tætt undir bjørgunum, har fuglalívið er ríkt. Tú kanst vitja eina av teimum vøkru kirkjunum, ganga ein túr í viðarlundini í Kunoy ella njóta eina góða máltíð á Viðareiði.

Møguleikarnir eru nógvir, og á Visit Norðoy eru vit altíð til reiðar at skipa júst tann túrin, sum tit vilja hava.