Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Borðoy – Vit Viðmæla

Múli:

Gongutúrur Yvir á Gjótanga. Fylg hagagøtuni norður um Múla og uppliv stórsligna útsýnið Yviri á Gjótanga. Hetta er ein lættur túrur, ið tekur á leið 10-15 minuttir hvønn vegin. Set ferðina niður, tá ið tú kemur til rapaðu toftina av fleygingarhúsinum – haðan eru bara 50 metrar til gjáarmunnan. Nærkast gjónni varisliga og ímynda tær, hvussu leikur fór, tá ið fólk úr Múla plagdu at síga eftir havhestaeggum. Far tó ikki ov nær gjáarmunnanum, tí gjógvin gerst brádliga steyrrøtt og er tí vandamikil.

 

Fossá:

Gongutúrur niðan í Fossdal. Túrurin byrjar her, er lættur at ganga og tekur um hálvan tíma hvønn vegin. Í dalinum er eitt lítið vatn, og har er slætt og væl egnað hjá børnum at spæla. Úr dalinum er útsýnið yvir Hvannasund, Norðdepil, Viðareiði og Svínoy.

 

Norðdepil:

Uppliva vanliga gerandisdagin í Norðdepli. Vitja matvøruhandilin Fossábúðin, har fólkið í Norðdepli keypir sínar gerandisvørur ella royn venjingarmiðstøðina Fossá Fitnes. Upplatingartíðir: Matvøruhandilin Fossábúðin 09:00 til 19:00, Venjingarmiðstøðin Fossá Fitness 10:00 til 22:00 (sunnudag 14:00 til 20:00).

Vitjan á Norðoya motorsavni: Savnið hýsir gomlum motorum, ið eldsálir úr bygdini hava umvælt. Savnið læt upp í 2006 og heldur til í gamla skúlanum frá 1895, ið verður kallaður “Universitetið í Norðdepli”. Ring til Norðoya kunningarstovu um tú hevur hug at síggja savnið.

 

Hvannasund:

Gongutúrur eftir gamla vegi. Leiðin byrjar har, sum Ritan leggur at, og gongur fram við elsta býarpartinum. Forvitnisligar leivdir frá farnum tíðum eru at síggja: Leivdirnar av skúmingshúsinum, har ostur varð gjørdur, og grundin av Sornhúsinum, har korn varð malið til mjøl. Eisini er ein upprunaligur lýsipottur, har fiskalivur varð smeltað um til lýsi. Túrurin endar við kirkjuna, hvørs parkeringspláss er gamla fiskastykkið í bygdini.

 Til ber at fanga krabbar í fjøruni. Hon er trygg at spæla og vassa í og full av lívi.

 

Depil:

Gongutúrur til Klaksvíkar um Breytaskarð. Túrurin byrjar í svinginum á tunnilsvegnum. Tað er ein harður túrur, sum tekur um 3 tímar at ganga. Frámerkt er, hvar túrurin byrjar. Viðmælt verður at ganga túrin við ferðaleiðara. Nærri kunning fæst á hiking.fo ella á Norðoya kunningarstovu.

Leita eftir depilsmyrkri. Um søgan um Depilsmyrkur hugtekur teg, so kanst tú vitja bygdina, tá ið tað er vorðið myrkt. Hvør veit, kanska upplivir tú tiltikna myrkrið?

 

Norðtoftir:

Gongutúrur fram við fjøruni. Til ber at koma oman í fjøruna eftir gøtuni norðan fyri ánna og frá parkeringsplássinum við Bakkafrost. Fjøran er trygg at vassa í, og góðir møguleikar eru at heinta tara, leita eftir krabbum og smákyktum ella bara njóta stórsligna útsýnið yvir sundið. Á keldu er stað, har ein kelda rennur oman í havið undir jørð. Tá ið tað fjarar, ber til at síggja kelduna spríkja upp úr havinum. Staðið er hartil framúr gott reyðfiskamið.

 

Árnafjørður:

Gongutúrur til Minhúsið. Fylg válagøtuni niðan til minhúsið oman fyri bygdina. Hetta er stuttur teinur, sum tekur á leið 10 minuttir hvønn vegin. Uppi við minhúsið kanst tú njóta útsýnið yvir bygdina og dvølja við søguligu leivdina frá seinna heimskríggi. Mínhúsið varð bygt, eftir at ein mina í 1941 sprongdist ovarlaga í Bugánni, og trý hús og ein partur av kirkjuni fórust rættiliga illa. Minhúsið varð liðugt í 1942, og um illa vildi til, mátti bygdarfólkið gista í minhúsinum í upp til eina viku, og trongligt var, tí eisini fólki, sum flýddu undan bumbuálopum í Klaksvík, gistu har.

 

Ánir:

Garðurin úr grindaskøltum. Garðurin framman fyri húsini í Ryggi er eitt hugvekjandi dømi um, hvussu stóran ómak føroyingar hava gjørt sær fyri at einki skuldi fara til spillis. Tvær bræðingarstøðir vóru heima við Grótrætt í Ánunum fram til miðskeiðis í 1950-unum, og lýsið varð smeltað úr spikinum á grindahvali. Maðurin, ið einaferð búði í Ryggi, arbeiddi á aðrari bræðingarstøðini, og hann gjørdi ikki mætari enn at laga garð burtur úr grindaskøltunum, sum lógu eftir. Grindaskøltarnir eru fúnaðir við tíðini, men handan mosa og gras síggjast framvegis hvítir skøltar, sum vórðu nýttir í hesum heldur óvanliga bygningsverkið.

 

Norðoyri:

Jón Aldará, forsangari í Hamferð (FO) og Barren Earth (FI), er uppvaksin á Norðoyri. Í skúlatíðini tóktist teinurin til Klaksvíkar, har javnaldrarnir vóru, heldur langur, men friðurin á Norðoyri gav Jón Aldará møguleika at missa seg burtur í tónleikinum, sum seinni kom at mynda hansara lívsleið. Hamferð varð stovnað í 2008, og hevur útgivið fløgurnar Vilst er síðsta fet (2010) og Evst (2013). Jón Aldará gjørdist forsangari í Barren Earth í 2015, men er framvegis virkin í Hamferð.

Hamferð upptók lagið ‘Deyðir varðar’ oman fyri Kvívik, tá ið sólarmyrking var í Føroyum 20. mars í 2015. Trýst á hesa leinkju og uppliv løtuna, tá ið sólarmyrking yvir Føroyar smeltaði saman við tunga og inniliga tónleikinum hjá Hamferð, sum hevur røtur í Norðoyri. https://www.youtube.com/watch?v=feR12pQ8dXc.