Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Fugloy

Fugloy er eystasta oyggin í Føroyum. Hóast hon er lítil, hevur oyggin tvær bygdir – Kirkju og Hattarvík. Tað er einki loyndarmál, hvaðan navnið stavar, havandi í huga alt fuglalívið í bjørgunum.

Ætlar tú tær at seta fótin á oynna, kanst tú annnaðhvørt fara við tyrlu, og harvið eisini síggja tað stórbæra landslagið úr erva, ella tú kanst fara sjóvegis við Rituni frá Hvannasundi og sigla somu leið, sum Másin silgdi við posti í áratíggju. Sama hvussu tú ferðast, so er útsýnið bergtakandi. Grasgrønar oyggjar hevja seg úr sjónum. Einki løgið í tí, um tú kennir teg lítlan í stórslignu náttúruni.

 

Jakob Jakobsen skrivar soleiðis um Fugloynna í Færøske folkesagn og æventyr:

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi.

Fugloy – Vit Viðmæla

Kirkjan á Kirkju

Kirkjan í Hattarvík