Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Fugloy – Vit Viðmæla

Hattarvík

Útsýnisstað á Bakka

Her stendur tú mitt í víkini, har brimið í øldir hevur brotið ímóti helluni. Frammanfyri liggur elligamli drátturin, har hattavíkingar við sveittabrot hava drigið bátar og førning í land. Svínoyggin dagar undan, men annars er havsbrúgvin endaleys. Útsýnið er út til Múlabakka vinstrumegin, og høgrumegin sæst yvir á kaiina og Trøllagjógv. 

 

Kirkja:

Útsýnið úr bygdini.

Tað er ikki av tilvild, at listamálarin Sámal Joensen-Mikines nýtti útsýnið av Kirkju sum myndevnið. Úr náttúruvøkru bygdini er stórsligið útsýnið til Svínoyar, Viðoyar og Borðoyar, sum reystar stíga úr havinum framman fyri tær. Tað er vert at steðga á og njóta sjónina, sum eisini gav S. P. Zachariassen íblástur til yrkingina Várlongsul. Triðja ørindi ljóðar soleiðis: „Mær leingist at síggja teg, fjallanna tind, sveiptan í dúnmjúka hami, leggja á havið ta alføgru mynd, tá sóldráttur stígur um kvøldanna grind – hin ljósi, hin fríði, hin rami.“

Serlig atlit: Verið varin, tá ið tit nærkast støðni ella kaiini. Tað rekur hart fram við landi.