Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kalsoy

Kalsoy er hin eystasta oyggin í Norðoyggjunum. Hon er long og mjá, og hóast hon er lítil í vavi, so eru ikki minni enn fimm tunlar í oynni. Henda samanseting hevur við árunum givið henni heldur skemtiliga navnið “blokkfloytan”.

Á Kalsoy eru fýra bygdir – norðanífrá: Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur, og fólkatalið á oynni liggur um 100 fólk.

Ferðasambandið til Kalsoynna er gott. Bilferjan Sam siglir millum Klaksvík og Syðradal fleiri ferðir um dagin, og til ávísar túrar er busssamband millum bygdirnar.

 

Syðradalur

Syðradalur er fyrsta bygdin, tú kemur til, tá ið tú leggur at landi í Kalsoy. Hóast Syðradalur er tann av teimum fýra bygdunum á oynni, sum lættast slepst til, so er hon kortini tann bygdin á Kalsoynni, ið hevur minsta fólkatalið.

Hinvegin er Syðradalur ein vælumtókt frítíðarbygd, og tað væl skiljandi, tá ið stórsligna vakurleikin í og rundan um bygdina verður havdur í huga.

 

Húsar

Á Húsum kanst tú njóta ein dygdargóðan føroyskan bita. Kokkurin kann enntá gera tær ein matpakka, sum tú kanst taka við tær og njóta júst, har tú vilt.

 

Mikladalur

Mikladalur er víða gitin fyri sagnirnar, ið eru knýttar at bygdini – serliga Páll Fangi og Kópakonan. Ein av mætastu gripunum í Mikladali er standmyndin av Kópakonuni, sum í brimi og logn stendur á Stórakneysa. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina.

 

Trøllanes

Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna.

 

Á Trøllanesi kanst tú vitja Mikkjalssmiðju og síggja Mikkjal arbeiða og røkja elligamla handverkið í smiðjuni, sum nú er eitt “economusée”. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini.

Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.

Kalsoy - Vit Viðmæla

Kalsoy - Vit Viðmæla

Norðnástovusmiðjan

Norðnástovusmiðjan

Kirkjur í Kallsoynni

Kirkjur í Kallsoynni

Marjunar Hav

Marjunar Hav

Søgnin um Kópakonuna

Søgnin um Kópakonuna

Kallurin

Kallurin

Kioskin við Heimsins Enda

Kioskin við Heimsins Enda

Kirkjugarðurin á Trøllanesi

Kirkjugarðurin á Trøllanesi