Kallurin
Nógv ferðafólk ynskja at ganga túrin út á Kallin. Fyri at verja náttúruna og fyri trygdina hjá ferðandi verður viðmælt at hava ferðaleiðara við á túrinum út á Kallin. Túrurin tekur umleið 2 tímar, og um summarið verður skipað fyri regluligum túrum. Neyvari kunning um túrar fæst á Norðoya kunningarstovu.