Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kalsoy – Vit Viðmæla

Syðradalur:

Á seiðabergi fram við landi

Syðradalur er eitt satt paradís hjá teimum, ið vilja sleppa á seiðaberg. Fólk á Syðradali bera orð fyri at vera serliga sterk, tí tey hava etið livur og nógvan seið, sum fæst fram við landi og suður í Galvin, sum er av bestu seiðaplássum í landinum. Um tú vilt fylgja í fótasporunum hjá teimum gomlu, sum fóru á seiðaberg á Syðradali, so er Eltræið – ein stórur steinur sunnan fyri bygdina – at viðmæla. Góð fiskimið eru tó á kaiini og ferjuleguni. Gamalt er, at stórseiðurin kemur
inn undir land á hálvarðsøku 15. mai, og hann er at fáa til langt út á heystið.

Góð ráð úr Syðradali: Fert tú á seiðaberg, minst til bjargingarvest og góðar skógvar. Tað rekur hart fram við landi.

 

Húsar:

Vitja svimjihylin suðuri á Tjørn

Kvíggjará fossar oman úr fjøllunum og skapar eitt róligt huglag kring byrgingina, har børn á Húsum í áratíggju lærdu at svimja 8 . Stóri steinurin tætt við tjørnina virkaði einaferð sum umklæðingarrúm, og fossurin var ein góð brúsa eftir svimjitíman. Í dag ber væl til at fanga síl ella at rógva í gummibáti á tjørnini. Tá sólin skínur um summarið, gerst tjørnin heit at vassa ella svimja í, men góður møguleiki er eisini at njóta eina hugnaliga løtu á turrum.

 

Mikladalur:

Útsýnisstaðið Úti á 100

Úti á 100 kanst tú njóta útsýnið yvir Kunoynna, Kópakonuna og bygdina, og hetta er eitt frálíkt stað at steðga á og lurta eftir søgnini um kópakonuna. Tað sigst, at staðið fekk sítt navn, eftir at 100 mans vórðu stoyttir oman av bakkanum, men í dag er hetta eitt vakurt og friðarligt stað. Niðan fyri vegin liggur Glaðingarsteinur. Her kyndu mikladalsfólk í gomlum døgum eld, og soleiðis komu grindaboð til Kunoyar.

Góð ráð úr Mikladali. Set tjøld á tjaldingarøkið. Eygleið heldur sílini í Innistovuhylin av áarbakkanum, heldur enn at fanga tey við glúpi. Frárátt verður at fara upp á grastekjurnar, tær tola tað ikki.

 

Trøllanes:

Útsýnisstað Niðri á Bakkanum
Av hesum stað 13 kanst tú alt árið njóta stórbæra útsýnið yvir Enniberg og Kunoyarnakk. Í juli og august eru góðir møguleikar at síggja lundar, sum halda til í lundalandinum beint undir bygdini. Seinastu árini hevur lundi ikki verið fleygaður á Trøllanesi, tí stovnurin hevur verið ov illa fyri, men bjargafuglurin hevur søguliga havt stóran týdning á Trøllanesi. Til høgru sæst oman á Rættarnev, har ungir dreingir plagdu at læra seg at fleyga fugl. Gamalt var, at breyt upp um Rættarnev, var ikki ráðiligt at fara til útróðrar.

Gevið gætur: Fólk á Trøllanesi hava stóra virðing fyri náttúrukreftunum og briminum, sum brádliga kann bróta og draga fólk við sær út á hav. Tess vegna verður mælt ferðafólki frá at ganga oman á Stíggj (lendingina). Hartil er gøtan illa farin, og tolir ikki trýstið.