Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kunoy

Við seks fjøllum yvir 800 metrar er Kunoy í miðal Føroya hægsta oyggj. Landslagið er ógvusligt og sær óvinarligt út, men har er okkurt serligt hugtakandi yvir tí – her kennir tú teg veruliga lítlan, tá ið tú stendur framman fyri teimum grasvaksnu risunum.

Norðast á Kunoy er Kunoyarnakkur, sum rísur steyrrættur 819 metrar upp úr Norðuratlantshavinum. Á Kunoyarnakka er ríkt fuglalív – lundi, rita, lomvigi og onnur fuglasløg búleikast har.

Nú eru tvær bygdir í Kunoy – vestanfyri er Kunoy, uppkallað eftir oynni, og eystanfyri er Haraldssund, uppkallað eftir sundinum millum Kunoy og Borðoy. Tað slepst í oynna tvørtur um eina byrging millum oyggjarnar. Tú sleppur vesturum oynna ígjøgnum tunnil, sum gongur tvørtur gjøgnum oynna.

Tann triðja bygdin, Skarð, sum var norðan fyri Haraldsund, var avtoftað á vetri 1919. Tollaksmessudag 1913 hendi ein stór vanlukka. Skarðsmenn vóru farnir norð á hav til útróðrar, veðrið var av tí besta, men brádliga brast hann á, og Skarðsbáturin við manning sást ongantíð aftur. Eftir sótu konur og børn. Ein 14 ára gamal drongur og ein gamal maður vóru einastu menn eftir í bygdini. Lívið gjørdist ov tungt, og síðani á vetri í 1919 hevur verið øskukalt á Skarði.

Nú á døgum er gongutúrurin norð á Skarð vælumtóktur. Túrurin tekur fleiri tímar, men kenslan at ganga eftir gøtum, sum menn, sum havið svølgdi, einaferð traðkaðu, vísir tær á, hvussu lítið tú megnar afturímóti náttúruni.

Kunoy, sum er tann elsta av bygdunum í oynni, er eitt væl umtókt frítíðarstað. Kunoy er ein hugnalig og vøkur bygd við frálíkum útsýni yvir Kalsoyarfjørð og Kalsoy. Ein gomul viðarlund er, har fólk ofta njóta vesturskinið tey vøkru summarkvøldini, meðan tey steikja sær ein góðan náttverðabita á grillini.

 

Kunoy – Vit Viðmæla

Kirkjan í Kunoy

Viðarlundin í Kunoy