Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kunoy – Vit Viðmæla

Kunoy:

Gongutúrur runt bygdina. Leiðin gongur fram við kirkjuni og býlingunum í bygdini og ígjøgnum viðarlundina. Túrurin tekur um hálvan tíma og er ein frálíkur máti at uppliva bygdina og at njóta vakra útsýnið yvir fjørðin og Kalsoynna.

Góð ráð. Gongutúrurin til Skarðs er ein torførur, brattur og tungur túrur. Mælt verður frá at fara við ongum ferðaleiðara. Set teg í samband við Norðoya kunningarstovu viðvíkjandi túri, og boða altíð onkrum frá, um tú fert út um bøgarðarnar.

 

Haraldssund:

Gongutúrur eftir gøtuni oman fyri bygdina. Leiðin gongur fram við grundini av minuhúsinum, har fólk flýddu undir øðrum heimsbardaga, tá ið vandi var fyri, at minur róku á land.

Rannsóknarferð í Fiskimøl. Fiskimøl er ein sugga, har viður og annað, sum fyrr var virðismikið, rekur á land. Farið ein túr – kanska finna tit okkurt spennandi, sum er rikið á land.

Gongutúrur eftir bygdagøtuni til Skarðs. Fylg søguligu gøtuni til avtoftaðu bygdina Skarð. Nærri kunning um túrin fæst á hiking.fo.

 

Skarð

Fylg mataránni niðan á Dalin og fá innlit í tað ófatuliga knoss og hugflog, sum myndaði fólki á Skarði. Tá ið bygdin varð flutt í 1824, fóru fólk á Skarði undir at veita eina nýggja á oman har sum grundirnar standa í dag. Mataráin er gravað við einføldum amboðum, og tað hevur ikki verið uttan sveittabrot. Ein slúsa varð gjørd soleiðis, at vatnið kundi veitast oman á Kleivina, men hon er burtur í dag. Av Dalinum er stórbært útsýni yvir Skarðsgjógv. Staðarnøvnini oman fyri Skarðsbygd vísa, at fólkið nýtti sólina og fjøllini sum klokku. Miðdagsfjall er sunnan fyri Skarðsgjógv, og norðanfyri síggjast Nónsskarð og Hálvga vesturgjógv. Túrurin varir á leið 20 minuttir hvønn vegin.

Av virðing fyri søguni um Skarð og eftirkomarum úr bygdini, verður heitt á vitjandi um einki at taka við sær av leivdum og lutum.