Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Svínoy

Út í Svínoy slepst sjóvegis og við tyrlu. Strandfaraskipið Ritan siglir dagliga millum Hvannasund, Svínoy og tær báðar bygdirnar á Fugloy. Túrurin við Rituni dregur nógv ferðafólk út til Føroya eystastu oyggjar, og hetta kemst ikki minst av útsýninum frá oyggjunum, sæddar frá sjónum.

Svínoy er ein av teimum fyrstu búsetingunum í Føroyum, og er fyrstu ferð nevnd í Færeyinga saga í 975 sum staðið, har víkingahøvdingurin Svínoyar-Bjarni búleikaðist.

Á oynni eru góðir møguleikar at ganga ein góðan túr. Náttúran er stórsligin og vøkur. Svínoy er ein lutfalsliga fløt oyggj, og tí er lætt at ganga har.

Søgnin sigur, at Svínoy var kend sum flotoyggj, sum rak fyri vág og vind. Ein gomul kona úr Fugloy, sum dugdi meira enn at mæta sær, festi oynna á havbotnin, og har hevur hon staðið líka síðan.

 

Svínoy – Vit Viðmæla

Kirkjan í Svínoy