Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Svínoy – Vit Viðmæla

Gongutúrur út á Skoragjógv. Túrurin byrjar við Dansistovuna og er ein lættur túrur fram eftir sløttum – á leið 1 km hvønn vegin. Steðga á við Svínastein, har tað sigst, at súgvin steðgaði, tá ið Svínoyggin festist í botn, og halt síðani leiðina fram til Dvørgasteinar, har hildið verður, at fornar mannlíkar verur búleikast. Gras grør oman á hesum bergklettum, sum standa niðan fyri vegin. Fylg vegnum, til tú kemur til portrið, og gakk síðani fram eftir sløttum. Minst til at steðga á við Oyggjarshellið, har sagnarmikli Árant úti á Bø sigst hava stolið seyð. Fylg uppteknaðu farleiðini og snara oman í fjøruna á leið 100 metrar, áðrenn tú kemur til gjónna. Tað er vandamikið at nærkast gjáarmunnanum, og tað slepst bara inn á gjónna við báti. Tað sigst, at ein dylla, ið datt á sjógv við gjónna yviri á Dal, seinni sást aftur við munnan á Skoragjógv. Tí verður hildið, at gjógvin gongur sum ein long smøl smoga undir allari Svínoynni.