Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Viðoy

Viðoy er Føroya norðasta oyggj. Á Viðoy eru tvær bygdir – Viðareiði norðanfyri og Hvannasund longur suðuri. Á Viðoy kanst tú njóta eina siðbundna føroyska máltíð, uppliva stórsligna náttúru, og njóta sólsetur, tá ið himmal og hav verða prýdd við gyltum reyðum liti.

 

Viðareiði

Viðareiði dregur nógv ferðafólk norður til sín, og ei undur í, tí náttúran er framúrskarandi vøkur. Viðareiði er liðið til tað stórsligna forbergið Enniberg, sum við sínum 750 metrum rísur steyrrætt upp úr Norðuratlantshavi og er eitt av heimsins hægstu forbergum.

Viðareiði var eitt skifti heimstaður hjá tí tiltiknu prestafrúuni illu Beintu, sum gav íblásturin til skaldsøguna Barbara eftir Jørgen-Frantz Jacobsen.

Eftirsum prestagarðurin er á Viðareiði, hevur Viðareiði altíð verið ein mentanarmiðdepil fyri bygdirnar eystan Múla og er við á leið 300 íbúgvum tann størsta bygdin í økinum.

Hóast fólk hava lyndi til at flyta til miðstaðarøkið, heldur Viðareiði fram at vaksa. Viðareiði fostrar nakrar av Føroya dugnaligastu fjallmonnunum, sjómonnunum og innløgufólkunum, og viðoyingar eru tætt knýttir at náttúruni.

 

Hvannasund

Bygdin Hvannasund er uppkallað eftir sundinum millum Borðoy og Viðoy. Bygdin er bundin saman við Borðoy við eini byrging um Hvannasund – hinumegin byrgingina er bygdin Norðdepil. Í Hvannasundi kanst tú njóta sjónina av høgu, brøttu fjøllunum kring teg og vakra ljósið, sum gyllir sundið. Strandfaraskipið Ritan siglir fleiri ferðir um dagin frá Hvannasundi til tær báðar eystastu oyggjarnar Fugloy og Svínoy.

 

Viðoy – Vit Viðmæla

Villingardalsfjall

Villingardalsfjall

Kirkjan á Viðareiði

Kirkjan á Viðareiði

Kirkjan í Hvannasundi

Kirkjan í Hvannasundi

Prestagarðurin í Ónagerð

Prestagarðurin í Ónagerð