Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Viðoy – Vit Viðmæla

Viðareiði

Útsýnisstøð

Uppi á Váli, har tú um summarið kanst uppliva viðgitna sólsetrið og útsýnið yvir Kunoy og Borðoy.

Uppi við Garð, har útsýnið er yvir allar seks Norðoyggjar. Hygg vestureftir, og tú sært Múlan á Borðoynni og Kunoy og Kalsoy. Snara tær eystureftir, so sært tú Fugloy og Svínoy.

Gongutúrur

Villingardalsfjall. Gongutúrurin niðan á Villingardalsfjall. Túrurin byrjar uppi við Garð, og er á leið 6 km langur, og tekur 3-4 tímar. Nærri kunning um túrin fæst við at taka niður „Hiking in the Faroe Islands“ ella við at vitja heimasíðuna hiking.fo.

SERLIG ATLIT: Viðareiði er liðið til forbergið Enniberg. Viðoyingar mæla staðiliga ferðafólki frá at ganga túrin til Ennibergs uttan ferðaleiðara, tí hann kann vera vandamikil. Lendið er bratt, leiðin torfør, og mjørki kann brádliga koma á.

 

Hvannasund

Gongutúrur eftir gamla vegi. Túrurin byrjar har, sum Ritan leggur at, og gongur fram við elsta býarpartinum. Forvitnisligar leivdir frá farnum tíðum eru at síggja: Leivdirnar av skúmingshúsinum, har ostur varð gjørdur, og grundin av Sornhúsinum, har korn varð malið til mjøl. Eisini er ein upprunaligur lýsipottur, har fiskalivur varð smeltað um til lýsi. Túrurin endar við kirkjuna, hvørs parkeringspláss er gamla fiskastykkið í bygdini.

Krabbatúrúr í fjøruni. Væl ber til at fanga krabbar í fjøruni. Hon er trygg at spæla og vassa í og full av lívi.