Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Fípan Fagra

Maður eigur væna dóttur, sum hann setur at ansa akri sínum. Tá kemur ein fríggjari, Eirikur, sum hittir gentuna og lovar at føra hana burtur á skipi sínum.

Nú brestur óndnarveður á. Gentan ætlar sær heim, men kennir tá, at hon er føst við jørðina, sleppur ikki av fetanum. Skip dagar nú í havsbrúnni, og við tí er ein risi, sum gongur niðan frá strondum, hittir Fípuna Føgru og sigur henni, hvussu hon skal sleppa leys.

Tá ið Fípan nú er sloppin leys, tekur risin hana við sær á ski sítt og førir hana heim í helli sítt, har móður hansara verður sett at ansa gentuni.

So fer risin á skógin at veiða djór. Ímeðan loysir móðir hansara Fípuna úr bondum og lærir hana at ganda fram bæði bjørg og vatn og høgan eld, sum skulu verða verja hennara, og so leggur hon henni lag á, hvussu hon skal klæða seg til ikki at verða kend. Og nú flýggjar Fípan úr hellinum.

Tá ið risin nú kemur heim aftur og sær, at Fípan er flýdd, verður hann so óður, at hann beinir fyri móður síni. Hann tekur jarnstongina og heldur aftan á Fípuni, sum nú tekur til gandakynstur, sum risamíðirin hevði lært hana. Hon ynskir sær vatn, tað drekkur risin, hon ynskir sær eld, hann sløkkir risin, men tá ið hon ynskir sær bjørg, megnar risin ikki at røkka henni, men doyr av stremban síni.

Fípan fer nú í kongsins garð, har gjørt er til brúðleyps, nú Eirikur hevur fest sær vív. Tilstundandi brúðurin spyr, hvussu vitjandi moyggin eitur, men Fípan svarar, at hon eitur Nævurbussa. Eirikur kemur tá heim og spyr, hvør tað er, ið er komin til hallar, men móðir hansara svarar, at tað bara er ein fátæk kvinna.

Men Eirikur kennir Fípuna aftur, hann ger tá av at halda fyrsta lyfti sítt, sendir brúður sína burtur og giftist við Fípuni.