Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kamping og Tjaldpláss

Í Norðoyggjum eru 3 tjaldingar- og 2 kampingpláss; í Klaksvík, í Mikladali og í Svínoy.

Klaksvík

Í Klaksvík eru tjaldingarplássið og kampingplássið skild at.

Tjalding

Tjaldingarplássið liggur “Úti í Grøv”, í sera avslappaðum og óstressandi umhvørvi, har náttúran veruligani kemur til sín rætt. (mynd 2 ovast á síðuni).

Atgongd er til køk, WC og brúsu.

Prísurin fyri at tjalda er 100 kr. fyri eitt tjald pr. nátt fyri tveir persónar (eyka persónar 50 kr. pr. nátt).

Bílegging og gjalding: Norðoya Kunningarstova.

Kamping

Kampingplássið liggur mitt í Klaksvík (við svimjihøllina). Tað hevur fyrr ligið “Úti í Grøv”, við tjaldingarplássið, men er nýligani flutt.

Ongir hentleikar eru á campingplássinum í løtuni, men tað verður vónandi broytt skjótast gjørligt.

Prísurin fyri ein húsvogn er 150 kr. pr. nátt fyri tveir persónar (eyka persónar 50 kr. pr. nátt).

Bílegging og gjalding: Norðoya Kunningarstova.

Mikladalur

Í Mikladali er eisini tjaldingarpláss og kampingpláss.

Atgongd er til WC og brúsu.

Prísurin fyri at tjalda er 100 kr. fyri eitt tjald pr. nátt fyri tveir persónar (eyka persónar 50 kr. pr. nátt).

Prísurin fyri ein húsvogn er 150 kr. pr. nátt fyri tveir persónar (eyka persónar 50 kr. pr. nátt).

Bílegging og gjalding: Norðoya Kunningarstova.

Svínoy

Í Svínoy er eisini eitt tjaldingarpláss (mynd 1 ovast á síðuni).

Atgongd er til WC og brúsu.

Prísurin fyri at tjalda er 100 kr. fyri eitt tjald pr. nátt fyri tveir persónar (eyka persónar 50 kr. pr. nátt).

Bílegging og gjalding: Norðoya Kunningarstova.

 

Meira kunning tjalding og kamping í Norðoyggjum, fæst við at venda sær til Noroyða Kunningarstova: tel. +45 456939, info@klaksvik.fo