Visit Norðoy
Um okkum
Visit Norðoy kunnar føroyskum og útlendskum ferðandi í Norðoyggjum, og vit taka hvørt ár ímóti sløkum 25.000 ferðafólkum. Vit halda til í søguliga handilsbygninginum hjá Kjølbro við Biskupstøðtorg í Klaksvík og umboða Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy.
Vit samskipa nógvar ymiskar túrar. Skipað verður fyri gongutúrum, túrum í báti og í bili, og tú kanst enntá leiga tær eina súkklu og uppliva Norðoyggjar á tveimum hjólum. Tit velja, og vit skipa fyri.
Hjá okkum kanst tú bóka tína gisting í Norðoyggjum. Her er valið frítt ímillum Ból og Bita, íbúðir, summarhús, tjalding ella gistingarhús.
Vit hava fingurin á pulsinum, tá ið tað snýr seg um mentanarlig tiltøk, og vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar eldsálirnar og smáu íverksatararnar, sum virka innan ferðavinnuna í Norðoyggjum.
Hetta ger okkum før fyri at lata dyrnar upp fyri tykkum, so tit kunnu uppliva stórslignu náttúruna og mentanina í Norðoyggjum júst soleiðis, sum tit hava hug til.
Tú finnur okkum her:
Tingstøðin, 700 Klaksvík
tel +298 45 69 39
fax +298 45 65 86
Avgreiðslutíðir
01. september – 31.apríl:
Mánadag – fríggjadag 09.00 – 16.00
01. mai – 31. august:
Mánadag – fríggjadag 09.00 – 17.00
01. juni – 31. august:
Leygardag 10.00 – 14.00