Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Viðtøkur

  • 1 Navn og heimstaður

Navn felagsins er ”Ferðavinnan í Norðoyggjum”, við heimstaði í Klaksvík.

  • 2 Endamál felagsins

Endamálið er at virka fyri miðsavnan og útgávu av upplýsingum um Norðoyggjar, fyri virksemi til borgararnar, sum heild og teim vitjandi. Herundir eisini innan- eins væl og uttanlendis at skapa áhuga fyri Norðoyggjum og stuðla handli, ídnaði, mentan og annar virka fyri, at lívið í Norðoyggjum gerst áhugavert fyri øll.

  • 3 Limaskapur

Stk. 1: Limir felagsins kunnu vera einstaklingar, feløg, fyritøkur, stovnar og kommunur.

Stk. 2: Bert limir, sum hava goldið limagjald, kunnu fáa lut í vinnuligu tænastum felagsins.

Stk. 3: Limagjald, sum kann verða ymiskt fyri ymisku limabólkarnar, verður ásett av aðalfundinum.

  • 4 Aðalfundur

Stk. 1: Aðalfundurin er hægsta vald felagsins og er altíð viðtøkuførur. Vanligur meiriluti er galdandi, og hevur hvør limur eina atkvøðu.

Stk. 2: Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári um 2. februar. Allir limir fáa skrivliga fráboðan saman við nágreiniligari dagsskrá og limagjalds uppkravinum, 14 dagar framman undan aðalfundinum.

Stk. 3: Hvør limur, sum hevur goldið limagjald, hevur atkvøðurætt.

Stk. 4: Aðalfundarskrá

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

2. Formansfrágreiðing.

3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.

4. Fíggjarætlan fyri komandi ár.

5. Val av nevndarlimum.

6. Val av grannskoðara.

7. Uppskot til limagjaldsupphædd.

8. Orðaskifti um arbeiðið komandi árið.

9. Uppskot frá nevnd ella limum, um nakað er.

10. Innkomin mál. Minsta freist 1 viku áðrenn fundin.

11. Ymiskt.

  • 5 Nevnd

Stk. 1: Nevndin telur 5 limir og 2 tiltakslimir, sum sita 2 ár í senn. Á fyrsta aðalfundi aftan á stovnanina verða við lutakasti 2 nevndarlimir fyri vali. Afturval kann fara fram. Fyri hvønn einstakan nevndarlim, sum gongur út, verður nýggjur nevndarlimur valdur.

Stk. 2: Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og kassameistara.

Stk. 3: Allar umrøður og samtyktir verða førdar í gerðabók, sum verður undirskrivað av fundarluttakarunum.

Stk. 4: Nevndin er viðtøkufør, táið í minsta lagi 3 limir eru møttir á fundi.

Stk. 5: Nevndin kemur saman í minsta lagi 1 ferð um mánaðan.

  • 6 Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur skal vera, um meira enn helvtin av nevndini krevur hetta, ella í minsta lagi 15 limir skrivliga boða nevndini frá hesum. Eykaaðalfundur skal lýsast í Útvarpi Føroya við minst 3 daga freist.

  • 7 Tekningarreglur

Felagið verður teknað av formanninum og av 2 nevndarlimum ella av 3 nevndarlimum saman.

Við keyp, sølu og veðseting av fastari ogn, eins og við lántøku, krevst nevndarsamtykt og undirskrift av viðkomandi skjølum av øllum nevndarlimum.

Norðoya Kunningarstova, sum verður rikin av Ferðavinnuni í Norðoyggjum, verður tó teknað av leiðaranum, sum nevndin setir at umsita hana. Við keypi og sølu av fastari ogn hjá Norðoya Kunningarstovu krevst tó nevndarsamtykt og undirskrift frá formanninum og leiðara.

  • 8 Ábyrgd

Eingin limur ella nevndarlimur heftir persónliga fyri skyldum felagsins. Felagið heftir bert við ognum sínum. Sama er galdandi fyri kunningarstovuna.

  • 9 Virki

Til at útinna dagliga virki felagsins verður sett á stovn ”Norðoya Kunningarstova”, hvørs uppgáva er:

– at kunna um Norðoyggjar, bæði innan- og uttanlendis,

– at veita upplýsingar og ráð til borgararnar í Norðoyggjum eins væl og fremmandafólki, herundir at syrgja fyri, at sett verður upp kunningarkort og talvur, sum lýsa við so mongum sum møguligt av tí, sum Norðoyggjar og umhvørvið eiga at vísa fram,

– at leggja til rættis og fáa framleitt faldarar og plakatir um Norðoyggja,

– at eggja til økta framleiðslu og merking av minnislutum og tinganesti,

– at hava uppsýn við kommunalum tjaldingarstøðum,

– at skipa fyri sølu- og handilsfremjandi tiltøkum,

– við væl skipaðum skráum at kunna borgararnar og tey vitjandi um, hvat fer fram innan ítrótt, mentan og annað, sum má tykjast at hava almennan áhuga, og annars:

– at virka fyri, at Norðoyggjar gerast so áhugaverdar sum møguligt hjá borgarunum og teimum vitjandi

  • 10 Leiðari og starvsfólk

Til at umsita dagliga virksemið hjá Norðoya Kunningarstovu setir nevndin ein leiðara, usm eisini er skrivari hjá nevndini. Nevndin setir starvsfólk eftir tilmæli frá leiðaranum.

  • 11 Fígging

Limirnir gjalda limagjald. Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum fyri eitt ár í senn.

Fyri virkir                               Kr.

Fyri handlar                           Kr.

Fyri stovnar                            Kr.

Fyri feløg                                 Kr.

Fyri einstaklingar                  Kr.

Eisini er nevndini heimilað at fáa til vega almennan pening á annan hátt. Eitt nú við at søkja um almennan stuðul.

Somuleiðis er kunningarstovuni heimilað at stíla fyri inntøkugevandi tiltøkum.

  • 12 Roknskaparár

Roknskaparár felagsins er álmannakkaárið. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av góðkendum grannskoðara og undirskrivaður av nevndini. Sama er galdandi fyri roknskapin hjá Norðoya Kunningarstovu. Tó skal hesin verða undirskrivaður av leiðaranum eisini.

  • 13 Lógarbroyting

Uppskot um lógarbroyting skal lýsast sum serstakt mál á fyrst komandi árs- ella eykaaðalfundi. Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum atkvøða fyri.

  • 14 Avtøka av felagnum

Stk. 1: Til avtøku av felagnum krevst viðtøka á eykaaðalfundi, lýstur við einans hesum máli á skránni. Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar møttu limunum atkvøða fyri avtøku.

Stk. 2: Um felagið verður avtikið, verða ognir felagsins latnar Klaksvíkar Kommunu í varðveitstlu, at nýta ferðavinnuni í Norðoyggjum at gagni.