Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Upplivingar

Norðoyggjar bjóða fjølbroyttar upplivingar, har søga, mentan og stórsligin náttúra renna saman í eina eind. Tú kanst sigla ímillum oyggjarnar við báti ella uppliva tær við bili, til gongu ella á súkklu.

Eitt sum er sera væl umtókt, er sigla ein túr við Rituni eftir aldagomlu postleiðini til Svínoyar og Fugloyar. Siglt verður fram við landi, har fuglalívið er ríkt, og kanska ert tú heppin og sært ein kóp, sum spælir sær á helluni.

Tú kanst eisini fara ein fiskitúr við Draganum ella bara njóta ein avslappandi túr umborð á hesum søguliga seglskipi.

Far ein súkklutúr ígjøgnum myrku bergholini á Kalsoynni og steðga á og dvøl við stórbæru kópakonuna.

Ella bjóða tær sjálvum av, við einum gongutúri norður á Enniberg við einum ferðaleiðara.

Og vilt tú hava ein friðaligan sunnudagstúr, so er ein biltúrur til Kunoyar ein góður møguleiki.

Møguleikarnir eru nógvir, og á Visit Norðoy eru vit altíð til reiðar at leggja ein túr til rættis, sum hóskar júst til tín.