Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Enniberg

Enniberg er á norðara enda á Viðoynni. 750 metra høga fuglabergið er eitt av hemsins hægstu forbergum. Ríka fuglalívið og órørda náttúran í hesum ógvusliga bergi eru við til at gera Enniberg til eina stórsligna uppliving. Á túrinum kemur tú heilt tætt at lunda, lomviga, álku og ritu, sum búleikast í hesum bratta lendi. Og kanska tú sært ein kóp liggja og hugna sær á einum skeri fram við landi.

 

Gongutúrur

Gongutúrurin út á Enniberg, er ein avbjóðandi túrur, sum tekur umleið 6-7 tímar.

Vit viðmæla staðiliga ferðafólki frá at ganga túrin til Ennibergs uttan ferðaleiðara, tí hann kann vera vandamikil. Lendið er bratt, leiðin torfør, og mjørki kann brádliga koma á.

Túrur við ferðaleiðara kann skipast av Visit Norðoy, tlf. +298 456939, mail: info@klaksvik.fo

Matpakki er vanliga við í prísinum, tá slíkir túrar verða fyriskipaðir.

Við Bátið

Man kann eisini vitja Enniberg við bátið, sum er ein heilt øðrvísi uppliving enn gongutúrurin.

Við skjótt-gangandi RIB-bátið, verður tú tikin við á hesa ótrúligu ferð, sum tekur umleið 1,5 tímar.

Bílegging: Visit Norðoy, tlf. +298 456939, mail: info@klaksvik.fo

 

 

Brellbitið ið vísur, hvat tú kanst vænta tær at síggja á túrinum: