Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Gongurtúrur niðan á Háls/Klakk

Um tú ætlar tær at síggja Klaksvíkina úr erva, so er túrurin niðan á Háls at viðmæla. Tað er lætt at koma niðaná, antin til gongu ella við bili. Vegurin er ein uppdyrkingarvegur og er ikki eins góður allastaðni, men væl er koyrandi. Tú gongur ella koyrir undir Háfjalli og Hálgafelli, og komin niðan móti Hálsinum, hevur tú frálíkt útsýni yvir alla Klaksvíkina og tey stórbæru fjøllini, sum umgirða henda frá náttúrunnar hond vakra býin. Av Hálsi sært tú alla Klaksvíkina úr einum stað.

Fert tú niðaná og gongur vesturum, so hevur tú útsýni yvir til Leirvíkar og Fuglafjarðar, og tú sært oman í vøkru Føgrulíð, har fyrsti háskúlin í Føroyum varð bygdur í 1900. Eitt stað er uppi á Hálsi, sum verður nevnt á Vaktini. Her skuldu menn í gomlum døgum standa á varðhaldi og ansa eftir um sjórænaraskip nærkaðust.

Av Hálsinum er vallað niðan á Klakk. Haðan er frálíkt útsýni norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, og beint framman fyri tær er Kunoyggin við sínum tignarliga og stórfingna Kunoyargalvi. Kunoyggin liggur sum ein verja móti norðhavsalduni og ger Vágna til tryggastu havnina í landinum. Eystanfyri er Haraldssund og fjøllini Lokki og Myrkjanoyrarfjall, bæði tvey góðar 700 metrar til hæddar.

 

Góð ráð: Vanda tær um náttúruna og far væl um fuglin, tá ið tú gongur í haganum, og minst til at vera væl skøddur.