Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Søguligur túrur til Katlarnar

Tað er væl umtókt at ganga á søguslóðum til Katlarnar. Farið verður úr Klaksvík eftir Ánavegnum, og koma vit fyrst til bygdina Ánir. Síðan gongur leiðin eftir gomlu bygdagøtuni Ánir – Árnafjørður. Gøtan sæst ikki so væl longur, tí lítið er gingið eftir henni síðan 1967, tá ið bergholið kom ígjøgnum.

Gøtan niðan á Áarskarð er nakað tunggongd. Skarið liggur í 429 metra hædd. Í góðum sýni kunnu vit hiðan síggja nógvar oyggjar vestureftir og fjøllini eystanfyri.

Leiðin av skarðinum norður á Katlarnar tekur umleið hálvan tíma, og har stendur so tingsteinurin í 297 metra hædd, og fleiri smærri steinar standa rundan um Tingstein. Tað er ikki vist nær henda steinsetingin varð reist.

Tingstaðurin í Køtlum hevur havt stóran týdning fyri Norðoyggjar. Her hildu Norðoyingar várting frá miðøld til síðst í 1600 talinum, tá ið tingið var flutt inn í Vág.

Tað var ikki av tilvild, at Katlarnar vórðu valdar til tingstað – Katlarnar eru miðpunktið í Norðoyggjum. At tingstaðurin var uppi millum fjøll heldur enn við sjóvarmálan gevur okkum eina fatan av, at jørðin og hagin har hevði størri týdning í tátíðarinnar samfelag, enn sjógvurin hevði. Seinni var tingstaðurin tó fluttur inn í Vág.

Áðrenn tunnilin kom norðurum, lá bygdin Árnafjørður sera avbyrgd. Bygdin roknast fyri at vera landnámsbygd. Har búgva eini 60 fólk nú.

Árnafjørður hevur avbera vakra sandstrond, bátahyl og eina lítla kai. Hetta ger Árnafjørð til eitt satt paradís hjá børnum.

 

Meira nágreinilig frágreiðing um gongutúrin til Katlarnar er í bókini “Hiking in the Faroe Island” ella “Færøerne til Fods”. Gongutúrur nr. 2 í bókunum er tann til Katlarnar. Tekstirnir eru tiverri einans á enskum og donskum.

Ein styttri Føroysk frágreiðing, saman við myndum o.ø. sæst á heimasíðuni Hiking.fo.