Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Útferð við Draganum

Friður, opið hav, oyggjar, sum stinga seg upp úr sjónum, steyrrøtt bjørg og ríkt fuglalív. Hetta er nakað av tí, sum tú kanst uppliva á einum túri við Draganum.

Um nóg nógv tekna seg, skipar seglskipið fyri føstum útferðum um summarið. Leiðin liggur norður undir tey stórslignu fuglabjørgini á Kalsoynni og Nakkan á Kunoynni.

Dragin skipar eisini fyri starvsfólkaútferðum, túrum fyri ferðafólkabólkum, privatum túrum og øðrum. Til ber sostatt at bíleggja ein túr, sum er skraddaraseymaður til tykkara tørv.

Fiskitúrar við Draganum eru seinastu árini vorðnir alsamt betur umtóktir. Talan kann vera um ein fiskitúr, sum varar nakrar tímar, ella eitt heilt vikuskifti, har fólk sova og eta umborð. Eisini er havfisking við tráðu, har fólk kappast, ein sera spennandi fiskiháttur. Toskatráður til 10 fólk kunnu leigast umborð, og fólk kunnu sjálv flekja fiskin umborð og taka hann heim við.

 

Dragin hevur messu við 8 koyggjum og 27 sitiplássum, kahúttu við 4 koyggjum og 6 sitiplássum.

Dragin hevur ISM trygdarskipan, og er góðkendur av Skipaeftirlitinum til ferðafólkaflutning.

 

Til ber at bíleggja túrar og at frætta meiri á Visit Norðoy.

 

Meira kunning um Dragan finnur tú á: www.dragin.fo