Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Earth Hour 2018 Klaksvík

Leygarkvøldið 24. mars kl. 20.30 verða øll gøtuljós í Klaksvík sløkt í ein tíma. Hetta verður gjørt í samband við heimsumfatandi átakið Earth Hour.

 

Earth Hour – ella jarðarinnar tími, er eitt altjóða átak, sum varpar ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni. Í summum býum verða stór tiltøk hildin í sambandi við átakið, men í Klaksvík heita fyriskipararnir á fólk um at steðga á, seta ferðina niður, sløkkja ljósið, og njóta eina hugnaliga løtu saman við familjum og vinum. Tað er WWF (World Wildlife Fund), sum í samstarvi við aðrar felagsskapir, stendur fyri átakinum.

Earth Hour byrjaði í Sydney í 2007, og í ár luttaka einstaklingar, fyritøkur og kommunur í fleiri enn 180 londum. Á heimasíðuni www.earthhour.org kanst tú kunna teg nærri um átakið og frætta hvussu fólk kring allan heim arbeiða við at fyribyrgja veðurlagsbroytingum.

Fyriskipararnir heita á øll sum luttaka, um at deila sínar upplivingar á sosialu miðlunum.

Hevur tú hug at vera við? Legg myndir út á sosialu miðlarnar og viðmerk: #connect2earth og #earthhourklaksvík