Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Eftir Havhestaeggum

Kundi tú hugsa tær eina serliga uppliving ?

Á hvørjum árið uml. 20. mai, er tíðin búgvin til at ræna havhestegg. Í Eystfellinum eru fleiri áhugaverd og vøkur økir, har møguleiki er fyri at fáa eina serstaka uppliving fyri lívið.
Vit bjóða ein ella tveir túrar árliga, har møguleiki er fyri uml. 25-30 luttakarum, at verða við til hesa serstøku uppliving.

Skrá:
08:45   Fari verður við “Rituni úr Hvannasundi til Hattarvíkar.
10:00   Morgunmatur
10:45   Fari verður niðan á eggina. Túrurin tekur uml. 45 min. at ganga.
12:00   Fari verður útav tromini og egg verða tikin
14:30   Matpakkin verður etin
15:00   Fari verður útav tromini og egg verða tikin
17:00   Fongur og útgerð verður pakka saman og fari verður til gongu oman á bóndans garð.
18:00   Náttúrði við góðum føroyskum viðskera og sjálvandi havhesteggum.
20:00   Fari verður úr Hattarvík við “Rituni” til Hvannasund. Luttakaratal tilsamans kann í mesta lagi vera 30 fyri hvønn túr.