Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum

 

Talið av ferðafólkum økist støðugt, og tørvur er á enn fleiri ferðavinnutilboðum í Norðoyggjum. Tí skipa Norðoya Kunningarstova og Íverksetarahúsið fyri evniskvøldi, har kunnað verður um gylta møguleikan hjá norðoyingum at gera seg galdandi innan ferðavinnu júst nú.

Endamálið við evniskvøldinum er at skipa eina ítøkiliga vøruskrá við tilboðum, sum Norðoya Kunningarstova kann selja ferðafólki longu í summar.

Evnislesturin verður í Íverksetarahúsinum týskvøldið 13. mars kl. 19.00-21.00.

Á skránni verður:

– Visiónirnar hjá Norðoya Kunningarstovu fyri summarið 2018
– Kunning um upplivingarmøguleikar, málbólkar, ferðavinnumynstur, eftirspurning o.s.fr.
– Ítøkilig amboð til vørumenning frá Íverksetarahúsinum
– Norðoya kunningarstova sum lýsingaframleiðari og søluplatformur

Tit, sum taka við tilboðnum um at skipa fyri upplivingum í summar, fáa:

– Skipaða sølu av tykkara vørum og tænastum
– Ókeypis framleiðslu av lýsingarteksti og pláss í sølutilfarinum hjá Norðoya Kunningarstovu fyri summarið 2018
– Møguleika at menna tykkara uppliving/tænastu í samstarvi við Norðoya Kunningarstovu og Íverksetarahúsið
– Limaskap í netverkið og facebook bólki fyri ferðavinnuaktørar í Norðoyggjum

Evniskvøldið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku á Facebook tiltakinum: Ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum
https://www.facebook.com/events/149075375773162/?active_tab=about

 

 

Spurningar?

Ring ella skriva til Oliviu Døgg, samskipara á Norðoya kunningarstovu

Tel. 28 69 39
mail: oliviad@klaksvik.fo