Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Føroya sjómannadagur

Lívið í Føroyum hevur í øldir verið tongt at sjónum, har menn hava sett lívið í váða og siglt vandasjógv fyri at lívbjarga sær og sínum. Á sjómannadegnum verða hesir menn og henda vinna heiðrað.

Føroya sjómannadagur verður hildin í Klaksvíksgarðinum triðja vikuskifti í august, og alt er ókeypis.

Dagurin byrjar við morgunkaffi, og síðani koma nógv stuttlig og spennandi tiltøk. Millum tey best umtóktu tiltøkini eru tær stuttligu kappingarnar á pallinum – m.a. spurnarkapping um skipalistan, trolbøting, og kvikasti egnari verður funnin. Øll kunnu vera við í kappingunum. Eisini er stórfingið føroyskt fiskaborð, fiskakapping og vælumtókta vatnkríggið.

Á degnum kanst tú fylgja við, hvør skipsmanning er tann sterkasta, tá ið manningarnar togtogast. Børnini plaga at trunkast kring kørini við livandi fiskum og krabbum.

Visit Norðoy hevur nógvar gistingar møguleikar at bjóða uppá, so hví ikki seta alt vikuskiftið av og bara njóta øll tey frálíku tiltøkini?

Sjómenn, familjur og fólk í øllum aldri kunnu fáa gleði av hesum hugnaliga degi.

Føroya sjómannadagur er eitt stórfingið tiltak, og okkurt er til allar aldursbólkar.