Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Fugloyarrenningin 2018

Leygardagin 21. juli 2018 skipar Treysti fyri Fugloyarrenning. Hetta er fjóra ferð at renning verður fyriskipað í Fugloynni. Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er umleið 10 km.

Umframt sjálva renningina so plagar annað gott at verða á skránni og við í startpakkanum.

Enn er eingin skrá komin fyri tiltakið, so niðanfyri síggja tit skránna fyri tiltaki í 2017, soleiðis at tit fáa eina ábending um, hvussu dagurin verður skipaður í 2018. So skjótt skráin er tøk, verður hon løgd inn her.

Skráin 2017:
08:45    Fráferð Hvannasund við “Rituni” til Hattarvíkar.
10:00    Koma Hattarvík.
10:10    Heinta startnummar
10:25    Renning byrjar. Teinurin er góðar 10km fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin
12:00    Suppa, te, kaffe, kakur umframt aðrir leskandi drykkir. Eisini verður frukt vm..
13:00    Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki.Túrurin tekur uml. 2 tímar.
14:00    Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm.
15:00    Gongutúrur ut á Egg. Hesin túrurin tekur uml. ½ tíma.
16:00    Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund.
17:15    Koma Hvannasund.Freistin at melda til er mikudagin 19. juli kl. 24.00

Kostnaður fyri vaksin (f.1999 ella fyrri) er kr. 495,00
Kostnaðurin fyri børn (f.2000 ella seinni) er kr. 245,00

Íroknað kostnaðin er luttøkugjald, ferðing við “Rituni”, matur, drekkivørur, ferðaleiðarar vm.

GJALDAST KANN BERT VIÐ DANKORTI !!!