Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Norðoyastevna

Fyrsta vikuskiftið í juni er hátíðardámur í Klaksvík. Býurin er skrýddur við fløggum og litføgrum perum, og veitslurómur valdar.

Norðoyastevnan, sum er triðelsta stevnan í landinum eftir ólavssøku og jóanssøku, hevur í bakskyni havt stóran týdning fyri mentanarlívið í Norðuroyggjum.

Norðoyastevna hevur síðan 1936 verið hildin í Klaksvík. Eitt vikuskifti skuldi veljast til stevnuna, og valið fall á fyrsta vikuskiftið í juni, tí tá vóru skipini heima.

Norðoyastevnan gjørdist eitt hæddarpunkt í mentanarlívinum í norðoyggjum, og vóru nøkur av tiltøkunum til fyrstu norðoyastevnuna ítróttarkappingar og guðstænastur. Til fyrstu norðoyastevnuna dystaðust KÍ og TB á Djúpumýru. Dansur var tá í Spaniastovu, sum nú er karmur um konsertir, sjónleikir, fyrilestrar og onnur mentanartiltøk

Nakað, sum hevur verið sermerkt fyri norðoyastevnuna, er miðnáttarsamkoman norðoyastevnuaftan í Vágstúni við røðum, felagssangi og fýrverki. Enn í dag halda mong, at løtan í Vágstúni á miðnátt er hæddarpunktið á stevnuni. Seinni hava aðrar stevnur kring landið tikið henda siðin til sín.

Tivoli og tombola er við fótbóltsvøllin, og á tivoliøkinum er eisini livandi tónleikur. Framsýningar av ymsum slagi eru vælumtóktar á norðoyastevnu, og kabarettin hjá Klaksvíkar sjónleikarfelag vendir dagsskránna á ranguna.

Skrúðgonga við hornorkestri, skótum og ítróttarfólkum fer úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har røður verða hildnar.

Norðoyastevnan er minkað nakað í vavi við árunum. Fyrr komu fleiri fólk á norðoyastevnu, og var tað tá ein stevna, fólk gleddu seg til. Nú eru stevnur nærum hvørt vikuskifti um summarið og harumframt festivalar, sjómannadagur og onnur mentanartiltøk, sum øll savna nógv fólk. Norðoyastevnan hevur ikki longur somu serstøðu sum fyrr, men tó er hon enn nakað serligt fyri mong – Norðoyastevnan er nevniliga ársins fyrsta summarstevna við FM-kappróðri, og tí er serliga stórur dentur lagdur á norðoyastevnuróðurin.