Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/visitnordoy.fo/public_html/wordpress/wp-includes/pomo/plural-forms.php on line 210
Norðurjól - Visit Nordoy
Loading...
Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Norðurjól

Norðurjól 2019 verður hildið á Biskupstorgi 28. november til 23. desember millum 10.00 – 17.30.

Norðurjól er tiltak, har jólahugnin verður sogin inn undir húðina saman við anganum av brendum mandlum og einum heitum munni í desember kuldanum.

Tiltakið verður hildið innandurað, har smáar búðir við sniðgevum og heimabundnum føroyskum vørum, gávulutum og nógv annað gott er til sølu.

Eisini verða fleiri spennandi kappingar, heitur matur, gløgg, kleynur og vaflur til sølu. Jólamaðurin vitjar og livandi tónleikur.

Norðurjól skapar ein heilt serstakan jóladám. Og sama hvør tú ert, so fert tú óivað avstað við jólatónum í høvdinum og jólahýri í huganum.

Norðurjól var á fyrsta sinnið hildið í 2015, og í 2019 er tað Mimmy Vágsheyg, sum samskipar tiltakið fyri Klaksvíkar kommunu.

 

Facebook vangin hjá Norðurjól er at finna her.