Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Summarfestivalurin

Summarfestivalurin verður hildin á Vágsbøi fyrsta vikuskifti í august mánað. Festivalurin dregur hvørt ár fleiri túsund vitjandi til Klaksvíkar og er kendur fyri at hava eina fjølbroytta skrá, har pláss er fyri øllum frá altjóða nøvnum, føroyskum trubadurum og up-coming tónleikarum.

Summarfestivalurin varð á fyrsta sinni hildin í 2004, og longu fyrsta árið vitjaði Ken Hensley, fyrrverandi forsangari í víða gitna bretska bólkinum Uriah Heep. Síðani hava altjóða stjørnur sum Westlife, Melanie C., Ronan Keating, The Scorpions og Roxette á hvør sín hátt fingið Vágsbø í kók.

Á Summarfestivalinum blandast popptónar og rokkur við føroyskar slagarar, og ljóði av eini vælhýrdari fjøld, sum syngur, ella kanska skrálar við til vælkendar sangir. Miðskeiðis á økinum eru alskyns matbúðir, og á øllum økinum eru barrir, ið selja sterkar løgir og øl frá Føroya Bjór – sjálvandi! (vit eru hóast alt í Klaksvík).

Summarfestivalurin er eisini fyri børn, og her dregur Silvalandið mest. Hoppiborg, søgutelt, karaokee kapping og dukkusjónleikur eru ímillum tiltøkini, sum hava verið á skránni.

Tjaldingarøkið og kampingplássið eru fyri mong ein stórur partur av upplivingini á Summarfestivalinum. Her verður fólksins veitsla hildin við gettoblastarum, gittarspæli, snapsi og kanska einum skerpikjøtbita.