Torradagar
Torradagar er mentanarvika, ið verður hildin í Klaksvík í torra. Torri – ella í torra – kallast mánamánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar og varir í 4 vikur fram, tað er eina mánaringrás.
Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Á skránni eru fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald, og um fiskivinnu og siðir á sjónum.
Heilsukafé, forkunnug fiskamatskrá, barnatiltøk á bókasavninum, torrarenning og framsýningar eru bert nøkur av tiltøkunum úr Torrarúgvuni.
Torradagar eru eitt frískt mentanarligt lot í einum annars friðarligum tíðarskeiði av árinum, og ein góður møguleiki at uppliva eitt samanbland av mentan og fiski.
Meiri um torra:
Torri stavar frá teirri gomlu tíðarrokningini. Hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring. Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa o. s. fr.. Torri verður sett í samband við tvørra, við merkingini “minka”. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól), ella at veturin er farin at halla ella minka. Tá ið tað hevur verið sett í samband við turrur, hevur m.a. verið hugsað um veðrið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíðum!
Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum, tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Í torratíðini varð etin øðrvísi tilgjørdur fiskur, sum varð fylltur á serligan hátt m.a. við rogni og livur.