Áhugaverd støð

Kirkjubømúrurin

x

Kirkjubømúrurin ella Magnus-katedralurin, er í Kirkjubø, hann verður eisini nevndur Múrurin. Erlendur biskupur byrjaði at byggja hann umleið ár 1300. Múrurin er 26,5 metrar til longdar, 10,8 metrar breiður, 9 metrar høgur og múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Katedralurin er bygdur í Gotiskum stíli.

Arbeiðið at gera Magnusar-katedralin byrjaði umleið ár 1300 av Erlendi Biskupi, sum var biskupur í Føroyum frá 25. januar 1269 til 1305, tá føroyingar kravdu at Kongur Hákun 5. Magnusson setti hann úr starvi, vegna ov høgar skattir og arbeiðskostnað á katedralinum.

Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum.

Kelda: Wikipedia

Address

Kirkjubøur
175 Kirkjubøur
Streymoy

Upplatingartíðir

-

av