Sandoy
Trúarlív

Skálavíkar Kirkja

x
Í adventini, t. 17. desember 1889, fór táverandi kirkja illa av vindi. So illa, at seinasta skoðsmál, kirkjan fær frá Jørgen Falk Rønne, presti, 2. januar 1890, er stutt og greitt: Kirken er aldeles ubrugelig. Tí heitir prestur á kirkjustjórnina um, at umhugsa at byggja eina nýggja kirkju.
27. mai verður avgjørt at taka kirkjuna niður, áðrenn vindurin fer við henni.
6. juni sendir Rønne prestur kirkjustjórnini tekning til nýggja kirkju saman við yvirslagi yvir kostnaðin, sum Christian Davidsen av Sandi hevur gjørt. Uppskotið sýndi eina kirkju í krossformi. Løgtingið samtykkir at játta 3000 kr. til endamálið. Tó so, at kirkjan skal byggjast af Tømmer med Nævertag, paa sædvanæog Maade c. 22 alen lang og 11 alen bred og af en Højde af 4 alen mellem Syllerne. Somuleiðis verður gjørt av at nýggja kirkjan skal byggjast á Lógvheyggi.
29. oktober 1890 fær kirkjustjórnin so tað tilboðið, sum kirkjan verður bygd eftir. Jacob Clementsen, Jákup á Bakkanum, handilsmaður í Húsavík, bjóðar sær at byggja ta nýggju kirkjuna af tilhugne Kampesten. Við sær til grótarbeiði hevði hann Joen Johannesen og Hans Anthoniussen, báðir úr Húsavík. Uppsýni við timburarbeiðinum hevði Peter Johannesen (av Reyni) úr Havn og smiðir vóru Hans í Mortansstovu úr Havn og Óli Mortensen (hjá Mortani) av Argjum. Kirkjan gjørdist 24 x 12 alin, og bríkirnar vóru 24 í tali.
Sunnudagin 6. september 1891 varð kirkjan vígd. Pastor Madsen, úr norðstreymi, læs inngangsbønina og Provst Evensen helt vígslutaluna.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]
Hvíta kirkjan á Lógvheyggi varð vígd í 1891. Inni í kirkjuni hongur stórfingin og serlig gáva, latin kirkjuni frá kongsgarðinum á Trøðni. Traðarbóndin, Tróndur á Trøð, borin í heim 17. november 1846, skar sjálvur allar tólv apostlarnar og tvær stórar reliefmyndir – Samson og leyvan og Bileam og asnin – úr rekaviði. Eingin onnur kirkja í landinum eigur nakað, ið líkist hesum.

Address

Kirkjugøtan 7
220 Skálavík
Sandoy

Contact

Website

Upplatingartíðir

-