Trúarlív

Tvøroyrar Kirkja

x
3. februar 1905 var farið í gongd við arbeiði uppá nýggju kirkjuna á Tvøroyri. J.A. Arge var biðin um at gera grótarbeiði og gjørdi hann eina skitsu av grundplaninum. Síðani var Viggo Bertram, arkitektur, í Keypmannahavn biðin um at gera tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan, hæddin skuldi vera 7 alin og sambært løgtingsviðtøku skuldi høvuðstilfarið verða høgt grót.
Arbeiði gekk væl at byrja við, men í apríl kom steðgur í, av fleiri orsøkum. M.a. segði J.A. Arge arbeiði frá sær og eingin annar fekst til grótarbeiði.
Áðrenn arbeiðið var farið í gongd, høvdu A/S J. Mortensen Eftf. bjóða sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi.
Les meira her
Gudstænasta er hvønn sunnudag kl. 11.00

Address

Kirkjubrekkan 23
800 Tvøroyri
Suðuroy

Upplatingartíðir

-